Mentan

Tónleikaveitsla á Skálatrøð í dag

Frá barnagleði til festival til tey vaksnu seinni

(Mynd: Okkara Land)

(Mynd: Okkara Land)

2025-06-21 11:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Alt er nú klárt til ársins Okkara Land leygardagin 21. juni á Skálatrøð.

Pallurin er settur upp, ljóðroyndirnar eru gjørdar, og útlendsku gestirnir eru komnir til landið. Alt Skálatrøð er gjørt um til eitt livandi festivaløki – og bæði børn og vaksin kunnu gleða seg til eina uppliving.

Okkara Børn er frá klokkan 12 til 15. Har verða hoppiborgir, poppkorn og livandi undirhald. Á skránni eru Angela og Hannibal, Trøllapætur og Trøllaomman – og eisini Morten Münster & Tobias á pallinum. Teir eru elskaðar YouTube-stjørnur hjá børnum kring allan heim.

Tá kvøldið kemur, byrjar veruliga veitslan við breiðari skrá fyri tey vaksnu.

Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein leggja fyri klokkan 17.15, og Jacob Haugaard kemur á pallin klokkan 18:15.

ABBA Tribute verður klokkan 19:45 og klokkan 21:15 fer stóra navnið hesaferð á pallin. Lou Bega, sum eitt nú er kendur fyri "Mambo No. 5" og "Sweet Like Cola".

Aftaná spælir Grandma's Basement og stóra sangløtan verður á midnátt. Hitmen endar kvøldið. Í millum framførslurnar heldur DJ Cool huglagnum í topp.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder