2020-07-27 18:10
Landsstýriskvinnan í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, hevur valt tveir nýggjar stýrislimir í Dugna.
Hesum boðar Almannamálaráðið frá í dag.
Talan er um Tóru við Keldu, ið er forkvinna í MEGD, og Martin Karl Olsen, ið er 1. varaskúlastjóri á Skúlanum á Fløtum.
Nýggju stýrislimirnar eru valdir í eitt fýra ára skeið fram til 30. juni 2024.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald