
Tað verður aftur Torbjørn Jacobsen sum fer at røkja borgarstjórasessin í Runavíkar kommunu næstu fýra árini.
Hetta samtykti eitt einmælt býráð í kvøld.
Kaja Joensen, sum var næstvald, er vald sum varaborgarstjóri.
Torbjørn Jacobsen fekk 461 atkvøður og Kaja Joensen fekk 132 atkvøður á valinum týsdagin.
Lagt verður upp til breitt samstarv millum allar tríggjar listarnar í triðstørstu kommunu í landinum.
- Tað er eitt kollektivt stýri við ellivu býráðslimum, sum nú fer undir at røkja kommununa hjá borgarunum okkara næstu fýra árini, segði hann við útvarpið í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald