Innanlands

Torgerð Jallgrímsdóttir er nýggjur deildarleiðari

Hon tekur 1. november við sum deildarleiðari fyri Korndalsbýlið, og heimatænastuna í bygdunum á Eysturoynni. Torgerð hevur m.a. útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur

2023-09-21 21:29 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tórgerð Jallgrímsdóttir er sett í starvið sum deildarleiðari fyri eldrarøktina á Eiði, Korndalsbýlið, og heimatænastuna í bygdunum á Eysturoynni.

Hesum boðar VEKS frá í dag. VEKS er kommunaa samstarv innan eldrarøkt og heimatænastu millum fýra kommunur í Norðurstreymoy og Norðureysturoy: Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommuna.

Um nýggja leiðaran skrivar veks.fo, at hon er 40 ára gomul og býr á Eiði. Tórgerð hevur lokið útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur í 2012, umframt at hon hevur aðrar viðkomandi útbúgvingar.

- Hon hevur starvast í heilsuverkinum síðani 2005 – seinastu nógvu árini á Landssjúkrahúsinum.

Torgerð Jallgrímsdóttir byrjar í starvinum mikudagin 1. november.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder