Mentan

Torkil Dahl 40 ára starvsdag í Sankta Frans Skúla

Síðsti tænastumaður, sum er til arbeiðis á skúlanum

Torkil Dahl

Torkil Dahl

2018-10-13 14:39 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í august í ár vóru 40 ár liðin síðani Torkil gjørdist lærari í Sankta Frans skúla.

Tað skrivar skúlin á heimasíðu sínari.

Tá Torkil byrjaði, var skúlin privatur, rikin av Fransiskanarasystrunum. Í 1985 gjørdist skúlin

almennur, og Torkil var alment settur tænastumaður. Torkil er nú síðsti tænastumaður, ið arbeiðis í Sankta Frans skúla.

Torkil er eins frískur og klárur til dagsins strev, sum hann var fyrsta dagin.

Torkil arbeiðir í dag í grunddeildini og gevur teimum yngstu góða byrjan á skúlalívið, skrivar Sankta Frans Skúli á heimasíðuni, har fleiri myndir eisini síggjast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder