Mentan

Tórmóður á Tórsfest

Við síni hásu og inniligu rødd og vøkru, løttu løgum, kemur Tórmóður at framføra á Tórsfest 25. juli

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-01 15:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Enn eitt gávað og dugnaligt føroyskt listafólk kemur á Tórsfest-plakatina. Ungi hoyvíkingurin er eitt risatalent og hevur longu gjørt vart við seg á føroyska og danska tónleikapallinum.

Tórmóður, sum fyrstu ferð gjørdi vart við seg í 2022 við staklagnum “We Both Know”, verður nú við á Tórsfest. Síðani hevur hann latið úr hondum fleiri stakløg – og í apríl kom lagið “Sakni teg enn”, ein duett við Mariu á Lakjuni, sum longu hevur fingið fitt av spælitíð í føroysku lurtunum.

Við síni hásu og inniligu rødd og vøkru, løttu løgum, kunnu vit gleða okkum til eina sterka løtu við Tórmóði á Tórsfest 2025.

Frammanundan er greitt, at m.a. Gavin DeGraw, Eivør, Dizzy Mizz Lizzy, Zak Abel, Sandro Cavazza, Dave Evans, Kristina Bærendsen, Branco og mong onnur fara at spæla á Tórsfest 2025. Harumframt bjóðar Tórsfest í ár stovukonsertir í Umami, tekno í Perluni og eingilskan dans í Reinsarínum.

Tórsfest verður 25. juli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder