Innanlands

Tormóður Stórá: Tað kann vera avbjóðandi at maðurin er aftur á deplinum

Maður, sum var innlagdur á psykiatriska depli tá hann leyp á starvsfólk, er varðhaldsfongslaður á sama depli nú

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-06-29 11:23 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Tá maðurin, ið framdi drápsroynd á starvsfólk á psykiatriska depli varð varharldsfongslaður, varð hann ikki sendur niðan í mjørkadal, ið er vanligt. Maðurin var innlagdur á psykiatriska depli, og tí varð hann settur í varhald á psykiatriska depli, har starvsfólkið, sum hann leyp á, arbeiðir. 

- Hann er á lukkaðu deild og var á opnari deild, áðrenn hann framdi álopið. So tað eru ikki tey somu starvsfólkini, sum arbeiða við honum, greiðir Tormóður Stórá, yvirlækni á psykiatriska deplinum frá. Men hann viðgongur, at ávísar avbjóðingar eru við, at hann er aftur á deplinum. 

- Tað kann sjálvandi geva ávísar avbjóðingar, men tað er nakað vit arbeiða við nú, sigur Tormóður Stórá, ið leggur afturat, at mental-kanning eisini skal gerast av manninum í sambandi við rættarmálið. 

- Men tá er ætlanin at fáa onkran uttanífrá at gera kanningina. Tað er jú ein spurningur um vit, sum arbeiða á deplinum eru inhabil ella ikki. Hann hevur jú lopið á ein starvsfelaga hjá okkum, sigur Tormóður Stórá, ið tó heldur bestu loysnina vera, at maðurin er á deplinum í Føroyum, meðan hann er í varhaldi. 

- Alternativið er, at hann verður sendur av landinum. Í Danmark hevði hann eitt nú verið lagdur inn á aðra psykiatriska deild, men tað ber ikki til í Føroyum. Tað kann verða eitt stórt inntriv, um hann verður sendur av landinum, sigur yvirlæknin á psykiatriska deplinum at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder