2022-06-23 20:10
Hoyvíkingurin Tormóður Petursson Djurhuus ger aftur um seg á føroyska tónleikapallinum. Í gjár kom nýtt lag út við heitinum "Aphrodite or Medusa".
Sangurin er meira lívligur enn fyrsta útgavan hjá Tormóði, og snýr seg um ikki at kenna tankarnar og motivini hjá einum øðrum persóni.
‘Aphrodite’ og ‘Medusa’ eru metaforarnir fyri tað góða og minni góða í hesum førinum.
Orð og lag eigur Tormoður Peturson Djurhuus. Benjamin A. Djurhus hevur produserað og miksað og Óli Poulsen hevur mastra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald