Innanlands

Tórshavnar býráð kallað inn til eyka býráðsfund seinnapartin

Á skránni er uppskotið til løgtingslóg um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald, sum sambært býráðnum kann kosta Tórshavnar havn sjey milliónir krónur árliga.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-12 11:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag klokkan 16.30 er Tórshavnar býráð kallað inn til eyka býráðsfund, har uppskotið hjá landsstýrismannin í vinnumálum um havnargjald, brúgvagjald og vørugjald eru á skránni.

Tað upplýsir kommunan í tíðindaskrivi.

Sambært lógini, sum Jacob Vestergaard legði fram 30. september, skulu skip og bátar hjá Strandfaraskipum Landsins, verjuskip, vaktar-og bjargingarskip og havrannsóknarskip, sum landið eigur, verða undantikin havnargjøld, vørugjøld og brúgvagjøld frá 1. januar 2027.

Tórshavnar havn og Strandfaraskip Landsins gjørdu í 2005 eina skrivliga avtalu um vøru- og skipagjøld fyri skip í innanlands sigling. Sambært Tórshavnar kommunu fær Tórshavnar havn í dag umleið sjey milliónir krónur um árið í havna-, brúgva- og vørugjøldu frá skipum hjá Strandfaraskipum Landsins, og gjøldini verða prístalsjavnað.

Verður uppskotið samtykt, missir Tórshavnar havn sostatt umleið sjey milliónir krónur í inntøkum um árið, sigur kommunan, sum leggur afturat, at uppskotið hevur ikki verið til hoyringar, og eingin fráboðan ella kunning er komin um at tað.

Í viðmerkingum til uppskotið hjá Jacobi Vestergaard, sum sambært heimasíðuni hjá Løgtinginum, fer til 1. viðgerð 20. oktober, stendur, at endamálið við uppskotinum m.a. er at lækka útreiðslurnar hjá Strandfaraskipum Landsins og harvið eisini útreiðslurnar hjá landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder