Innanlands

Tórshavnar kommuna: 400 starvsfólk kannað í gjár

- Vit kanna øll starvsfólk, sum ikki kunnu halda frástøðu, og tað eru starvsfólk, sum eru um okkara børn, eldri og veiku, sigur Asta Marjunardóttir, eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-22 09:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár vórðu 400 fólk í Tórshavnar kommunu kannað fyri koronu.

Hetta er liður í eini miðvísari ætlan, sum skal halda smittuni burtur frá stovnum í kommununi, har starvsfólk hava samband við nógv fólk í arbeiðinum.

- Vit kanna øll starvsfólk, sum ikki kunnu halda frástøðu, og tað eru starvsfólk, sum eru um okkara børn, eldri og veiku, sigur Asta Marjunardóttir, eindarleiðari í Heilsu- og umsorganartænastuni.

Starvsfólkabólkarnir verða kannaðir í samstarvi við heilsufakliga myndugleikan og koronaráðgevingina. Talan er um hesar starvsbólkar:

  • Børn og ung
  • Barnaverndartænastan
  • Barnatannrøktin
  • Brandstøðin
  • Heilsu- og umsorganartænastan

Øll starvsfólkini verða kannað hvørja viku, og allar koronukanningarnar verða gjørdar í gomlu læknahølunum á Frúutrøð, skrivar Tórshavnar kommuna.

Starvsfólkini kunnu lata seg kanna mánadag, mikudag og fríggjadag. Talan er um oman fyri túsund starvsfólk.

Hóast øll starvsfólkini verða kannað fyri koronu, minnir kommunan á framhaldandi at halda almennu tilmælini um frástøðu, reinføri og spritting.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder