Innanlands

Tórshavnar kommuna: 6. – 9. flokkarnir og Nám X byrja mánadagin

Skúlabyrjanin í stóru skúlunum í høvuðsstaðnum varð broytt orsakað av høga smittutrýstinum í økinum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-18 17:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Undirvísingarstýrið boðaði í gjár frá, at skúlabyrjanin í teimum stóru skúlunum í Havn verður broytt. Hetta er grundað á, at smittutrýstið í Havn er høgt í løtuni, og tey vilja vita, hvussu gongdin verður hesa vikuna.

Tískil varð skúlabyrjanin broytt soleiðis, at 2. - 5. flokkur møttu í morgun kl. 10, og fyrsti flokkur møtti saman við foreldrum í Skúlahøllini í Eysturskúlanum í morgun.

Næmingarnir í serflokkinum í Hoydølum møttu saman við foreldrum og avvarðandi í morgun í Hoydølum, meðan 6. - 9. flokkarnir møta mánadagin 24. august kl. 8.

Nám X møtir somuleiðis ikki fyrrenn mánadagin 24. august. Nærri kunning um nær tey skulu møta kemur seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder