
Tórshavnar kommunu hevur síðani ársbyrjan í fjør gjørt eitt drúgt kanningar- og greiningararbeiðið viðvíkjandi orkunýtslu og CO2-útláti hjá kommununi. Útfrá hesum eru nøkur høvuðstilmæli gjørd.
Serligur dentur er lagdur á, hvussu kommunan kann skerja útlátið av vakstrarhúsgassi. Ætlan er, at tað í 2025 skal vera helvtina av tí, sum tað var í 2016.
Viðvíkjandi hvat ítøkiligt skal setast í gongd eru fýra høvuðspunkt:
1. at ein miðvís orkuumlegging verður framd í bygningum hjá kommununi, tvs. skifta frá olju til fjarhita, jarðhita ella hitapumpu - ein umlegging til grønar hitaskipanar ger útfrá metingunum, at árliga útlátið verður 30 prosent minni í 2025 enn í 2016
2. at øll gøtuljós verða skift til LED - arbeiðsbólkurin metir, at nýtslan kann minkast heili 80 prosent til 2025
3. at á leið 70-80 bilar hjá kommununi verða el-bilar í hesum tíðarskeiðinum - útlátið kann lækkast við 137 tonsum
4. at bussleiðin verður elektrifiserað - útlátið kann lækkast næstan 1200 tons – svarandi til 54 prosent
Arbeiðsbólkurin hevur eisini gjørt eina kostnaðarmeting. Har kemur fram, at um játtanin er 13,5 milliónir árliga til orkuátøk komandi seks árini (2020-2025), so ber til at røkka málinum í umhvørvispolitikkinum. Meirilutin í býráðnum samtykti hóskvøldið, tá fíggjarlógin til komandi ár og langtíðarfíggjarætlanin fyri komandi fimm árini var til viðgerar, at seta 5 milliónir av til endamálið í 2020 og síðan 13,5 miljónir árliga fram til 2025.
Kelda: Tórshavnar Kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald