
Vatnkanningar, ið vórðu tiknar í gjár vísa smáar nøgdir av bakterium á Eystaru bryggju.
Talan er um sjey koliformar– og tríggjar e-coli bakteriur pr. 100 ml av vatni. Serliga er tað e-coli bakterian, sum kann verða vandamikil, serliga fyri smábørn, eldri og veik fólk, sigur Tórshavnar kommuna.
Mælt verður tí til at kóka vatnið áðrenn drukkið verður á hesum støðum: Økið fram við vegnum yviri við Strond, frá tyrlupallinum og heim á kaiøkið, og økið fram við Tórgarðsgøtu við síðugøtum niðan til Eysturskúlan.
Fólk í hesum økjum verða biðin um at kóka vatnið, til nærri boð verða givin. Eru fólk í iva og ótrygg, verða tey eisini mælt til ikki at drekka ókókað vatn. Fleiri kanningar verða gjørdar, og úrslitið fyriliggur í morgin, sigur kommunan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald