![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Herfyri gjørdu borgarar í Tórshavnar kommunu vart við, at kirkjugarðurin við Velbastaðvegin ikki sá eins væl røktaður út, sum hann vanliga plagar at gera. Gróðurin hevur verið øgilig seinastu vikurnar, og grasið hevur ligið ósligið.
Orsøkin er, at júst hetta arbeiðið í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin av misgáum ikki var við í útbjóðingini, sum varð boðin út fyrr í summar.
Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, har harmast verður um mistakið.
Nú er gongd komin á, og Tórshavnar kommuna skrivar, at arbeitt verður av øllum alvi at snøgga og rudda kirkjugarðin, og at hetta arbeiðið fer at taka upp til eina viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald