Innanlands

Tórshavnar kommuna: Bulur innilokað fyrstu húsini á Berjabrekku 3

Fyrstu húsini á Berjabrekku 3 eru nú komin upp at standa – í hesum fyrsta byggistiginum eru tær 12 íbúðirnar hjá Sinnisbata

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-18 21:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tað var sitandi borgarstjóri, Annika Olsen, ið sum landsstýriskvinna í almennamálum stakk ein nýggjan bústaðapolitikk út í kortið, sum m.a. gav Bústøðum heimild at byggja leiguíbúðir, sum tryggjaðu øllum ein virðiligan bústað.

Henda verkætlanin er eitt samstarv millum byggifyritøkuna Bul, Tórshavnar kommunu, Sinnisbata, Palla Gregoriussen, arkitekt, og Bústaðir.

Talan verður um 38 nýggj hús/íbúðir, har tað verða fýra ymisk íbúðarsnið. Byggingin kemur at minna um væleydnaðu byggingina á Óðinshædd, sum Bulur eisini hevur staðið fyri.

Byggiverkætlanin hjá Buli fevnir um trý byggistig, har 12 íbúðir verða í fyrsta byggistigi, 16 í øðrum og 10 í triðja og seinasta. Fyrstu 12 íbúðirnar eru tær hjá Sinnisbata.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder