Innanlands

Tórshavnar kommuna: Drekkivatnið reint aftur

Nú er ikki longur neyðugt hjá nólsoyingum at kóka vatnið

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-09-06 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Drekkivatnið í Nólsoy er nú reint aftur, og er ikki longur neyðugt at kóka vatnið.

Tað boðar Tórshavnar kommuna frá í dag.

Mikudagin boðaði kommunan frá, at bakteriur vórðu staðfestar í drekkivatninum í Nólsoy, í parti av Argjum og í vesturbýnum í Havn, og mælt varð tí til at kóka vatnið.

Royndir, sum vórðu tiknar hósdagin vístu, at vatnið varð aftur reint í vesturbýnum og á Argjum, men at vatnið framvegis varð dálkað í Nólsoy, men royndir, sum vórðu tiknar í gjár hava nú víst, at vatnið nú eisini er reint aftur har.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder