Innanlands

Tórshavnar kommuna: Endiliga letur Tilhaldið í Tórsgøtu uppaftur

Tað skuldi lata upp 10. august, men nýggja koronabylgjan forðaði fyri hesum – Mánadagin 24. august letur tað uppaftur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-20 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinast forpurraði korona upplatingina, men nú letur Tilhaldið í Tórsgøtu endiliga uppaftur, boðar Tórshavnar kommuna frá.

Tilhaldið letur uppaftur mánadagin 24. august.

Tilmelding er neyðug til øll liðini, og pláss er fyri 10 á hvørjum liði.

Áðrenn Føroyar varð rakt av aðru koronabylgju, var ætlanin, at Tilhaldið skuldi lata upp 10. august, og sambært kommununi eru tilmeldingar, sum fóru fram fyri tveimum vikum síðani, enn galdandi. Onkur pláss eru tó eftir. Meira kunning fæst her.

Liðini, sum byrja, eru:

Fimleikur menn: mikudag og fríggjadag

Fimleikur kvinnur: mánadag og hósdag

Stólafimleikur: mánadag, mikudag, hósdag og fríggjadag

Bindiklubbur: hósdag

Í venjingarrúminum kunnu í mesta lagi tvey venja í senn. Lesibólkurin byrjar í september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder