Innanlands

Tórshavnar kommuna: Endurskoða nú heildarætlanina fyri Karlamagnusarbreyt

Arbeitt verður í løtuni við at gera heildarætlanina lidna, og viðmerkingarnar hjá borgarunum verða tiknar við. Lidna ætlanin verður løgd til politiska viðgerð, og er undirtøka fyri henni, fer hon til almenna hoyring

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-18 18:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein ætlan fyri Karlamagnusarbreyt er á veg. Nógv virksemi hevur verið við Karlamagnusarbreyt, og enn verður nógv bygt á stórum pørtum av økinum samstundis. Hetta merkist serliga hjá teimum, ið búgva í økinum.

Karlamagnusarbreyt var upprunaliga ætlað til í høvuðsheitum vinnuøki, men vegna fíggjarkreppuna í 2009-2010 broyttist ætlanin til í høvuðsheitum at vera til íbúðabygging. Nú eru meira enn 300 íbúðir komnar við Karlamagnusarbreyt. Hetta hevur hjálpt væl uppá annars stóra bústaðartørvin í høvuðsstaðnum.

Nú byggingin á Karlamagnusarbreyt er komin væl ávegis, vísir tað seg, at nógvar avbjóðingar eru í økinum.

Býarskipanardeildin og tekniska deild hava í eina tíð arbeitt við at greina ymisku avbjóðingarnar og høvdu kallað borgarar í økinum til arbeiðsfundir fyri at viðgera ymisku avbjóðingarnar og at tryggja, at borgarar vórðu hoyrdir.

Hareftir var ætlanin, at heildarætlan fyri at skipan Karlamagnusarbreyt endaliga skuldi gerast við støði í niðurstøðum frá arbeiðsfundunum.

Hesir fundir vórðu ætlaðir beint sum Korona legði landið lamið, so fundirnir vórðu avlýstir.

Í staðin varð ein talgild borgaraluttøka sett í verk, har bæði borgarar í økinum og aðrir borgarar kundu gera sínar viðmerkingar.

Talgilda borgaraluttøkan var opin í 3 vikur, og komu 233 svar inn. Av hesum vóru 70 svar frá borgarum við Karlamagnusarbreyt, 127 svar frá borgarum í grannalagnum og 70 svar frá øðrum borgarum.

Hetta eru størstu trupulleikarnir:

- Vantandi parkering,
- Gøtu- og gonguleiðir
- Vegurin Karlamagnusarbreyt og ferðsla
- Vantandi fríðkaði øki til trivnað.

Arbeitt verður í løtuni við at gera heildarætlanina lidna, og viðmerkingarnar hjá borgarunum verða tiknar við. Lidna ætlanin verður løgd til politiska viðgerð, og er undirtøka fyri henni, fer hon til almenna hoyring.

Ætlanin skal so verða grundarlag undir øllum arbeiðum, ið verða gjørd í økinum í komandi árum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder