Eftir at umleið 30 fólk fingu bót í Gundadali leygardagin sáddi Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, iva um avgerðina at lýsa økið sum parkeringssonu, har tað bert er loyvt at parkera innanfyri teir avmerktu parkerinsbásarnar.
Avgerðin um at lýsa Gundadal sum parkeringssonu varð upprunaliga tikin í ferðslunevndini í 2016, men av røttum átti avgerðin at verið tikin í teknisku nevnd undir Tórshavnar býráð, og sostatt er avgerðin ikki staðfest í teknisku nevnd, sum hon av røttum eigur.
- Við hesum er ivi sáddur um avgerðina og tey átøk, ið eru sett í verk í Gundadali. Ætlanin er tískil at leggja málið fyri teknisku nevnd til viðgerðar á fyrstkomandi fundi, sigur Tórshavnar kommuna.
Tórshavnar kommuna hevur í dag verið í sambandi við politiið, sum umsitur ferðslulógina og tey parkeringsforboð, sum eru sett í verk í Gundadali. Á fundi í komandi viku fer kommunan at viðgera átøkini, ið eru sett í verk í Gundadali og tær bøtur, ið eru skrivaðar í økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald