
Gamla brúgvin um Sandá er eitt satt søguligt prýði. Hon umboðar handverk og byggisið, ið ikki sæst nógv til í nútíðar bygging.
Í gjár varð farið undir innleiðandi arbeiðið, nú peningur er játtaður til at byrja arbeiðið at fáa brúnna í uppruna stand.
Ætlanin er, at gamla brúgvin skal knýtast í gøtuskipanina í kommununi.
Byrjað verður við at gera royndir at skera asfaltið og tjúkku betongplátuna av. Henda varð stoypt í sambandi við øktu ferðsluna á vegnum, tá ið Gamlarætt varð bygd.
Síðani skal verandi bilverja á brúnni takast niður og rimaverk úr stoypijarni setast upp. Laðingin verður eisini umvæld.
Tað var í 1925, at Tórshavnar kommuna hevði lýsing prentaða í Tingakrossi, har brúgvin um Sandá varð boðin út. Fimm tilboð komu inn, og Vilhelm Samuelsen (seinni Tórsheim) átti lægsta tilboðið, 12.487 krónur.
Articon stendur fyri arbeiðinum at fáa brúnna í uppruna stand.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald