Tórshavnar kommuna er í eini tilgongd at gera ein arkitekturpolitikk og hevur í hesum sambandi lagt eina spurnarkanning á heimasíðuna hjá kommununi, har borgarar kunnu siga sína meining um evnið.
Kanningin hevur, sambært kommunu til endamáls at "fáa innlit í hugburð og meiningar, ið skulu leiðbeina arkitekturpolitikkin".
Allir borgarar í kommuni, og onnur, sum hava tilknýti, og sum brúka høvuðsstaðarkommununa ella hava meiningar um evnið, eru vælkomin at taka lut í kanningini, sigur Tórshavnar kommuna.
Arbeiðið at gera nýggjan arkitekturpolitikk verður eftir ætlan liðugt í ár, og í sambandi við arbeiðið fer kommunan eisini at skipa fyri borgarafundum við áhugsabólkar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald