![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at skipað verður fyri eini ólavsøku, sum er so vanlig sum gjørligt, tó at onkur broyting verður:
- Fyri at stuðla undir tilmælini frá landsins myndugleikum um frástøðu, og at í mesta lagi 100 fólk mugu savnast, er gjørt av, at kommunan fer ikki at veita loyvi til teir sølu- og spælubásarnir, ið vanliga standa tætt og savna fólk í Tinghúsgarðinum, Tórsgøtu, Vágsbotni og aðrastaðni í miðbýnum.
Harvið verða teir eyðkendu básarnir ikki at síggja um tríggjar vikur, tá ólavsøkan 2020 er á skránni.
Verandi mat- og skonkistøð í býnum fáa tó møguleikan at víðka teirra virksemi út á torg og vegir, ið liggja uppat, har tey halda til, og har tað ber til, soleiðis at lættari verður hjá gestum at halda frástøðu, skrivar kommunan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald