Einki tivoli verður á Skálatrøð, og tí verður økið tøkt til parkering. Koyrandi verður oman eftir Sigmundargøtu og niðan Bøgøtu. Tá ið kapprenningin hjá Bragdinum er á skránni um kvøldið 27. juli, sleppa bilar tó ikki inn á økið, og bilar, sum skulu av økinum, verða leiddir um kantin niðan Bøgøtu.
Onnur størri broyting hesa ólavsøkuna verður, at Niels Finsens gøta frá Steinatúni og niðaneftir bert verður læst løtuna, tá ið skrúðgongan er ólavsøkuaftan, og at koyrandi verður eftir Bøkjarabrekku og Niels Winthers gøtu gjøgnum Steinatún.
Miðbýurin niðan fyri Steinatún og oman í Vágsbotn og oman Áarvegin verður læstur fyri ferðslu og trygdarstabbar verða settir upp eins og undanfarin ár.
Nærri kunning fæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald