![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Býráðið setti í fíggjarætlanini fyri 2019 tvær miljónir av til at fyrireika bygging av bátahyli í Álakeri. Tað hevur verið tørvur á fleiri bátaplássum í nógv ár. Í Tórshavn og á Argjum eru tilsamans 550 bátapláss.
Í fíggjarætlanini hjá Tórshavnar kommunu fyri 2020, eru 10 miljónir avsettar til bygging av smábátahavn í Álakeri. Tá farið varð undir ætlanina stóðu um 170 á bíðilista – nú eru ikki færri enn 280 á listanum, so stórur hevur áhugin verið.
Í nýggju bátahavnini í Álakeri verða pláss fyri 230 bátum, og havnin verður skipað við flótibrúgvum. DHI hevur gjørt simuleringarnar sum vísa, at longri brimgarðurin er, sum verjir bátahylin, kyrrari verður í bátahylinum.
Økið á landi verður víðkað við 2.000 fermetrum. Brúgvar og bátabummar vera av sama slagi, sum nýggjasta brúgvin á Skálatrøð.
Fyrsta byggistigið er at gera brimgarðin og økið fram við sjóvarmálanum. Arbeiðið varð boðið út í innbodnari licitatión millum 7 arbeiðstakarar og licitatiónin varð hildin hin 28. apríl á Havnaskrivstovuni.
Býráðið samtykti at taka av lægsta tilboði frá Tórhalli Hansen uppá góðar 14 miljónir. Mett verður, at ein tíðarætlan uppá 11 mánaðar er realistisk.
Útbodna arbeiðið er at gera brimgarð og økið fram við landi, t.e. grótskráa, trappur, gongubreyt, kantsteinar, fundament til ljóssteyrar og festir til bátabrúgvar.
– Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald