Tórshavnar kommuna fer í næstum undir at gróðurseta 10.000 trø og runnar á grønum økjum í kommununi.
Plantast skal við nýggja Skúlan á Fløtum, í Djúpagili, við Myllutjørn og við Karlamagnusarbreyt í Hoyvík, við rundkoyringina á Argjum og í viðarlundini í Havnardali. Eisini verður plantað í Kollafirði
Samlaði kostnaðurin fyri plantukeyp og gróðurseting liggur um hálva millión. Málið er góðkent í nevndunum og kemur endaliga til viðgerðar í býráðnum nú hóskvøldið.
Ásannað verður at viðarvøkstir, trø og runnar skapa lívd, og gera fjølbroytni í umhvørvinum. Flottar summar- og vetrarmyndir, við vøkrum, vár- og heystarlitum, ið mynda gongdina í árinum. Frítíðar- og fríluftslívsumstøðurnar betrast til spákingartúrar, rørsluítriv og íðkan. Harumframt eisini møguleikar hjá fuglum at líva sær og reiðrast og fjølbroytni og margfeldni í floru og faunu. Í okkara grannalondum verður eisini ásannað, at viðarvøkstir gera mun at binda koltvísúrni, skrivar kommunan á netinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald