Seinnapartin í morgin verður greitt, hvør heildarætlan fyri Stórutjørn arbeitt verður víðari við.
Tað var í fjør, at Tórshavnar býráð samtykti at leggja lunnar undir framtíðar virksemið við Stórutjørn. Kommunan bjóðaði fyrst føroyskum arkitektum og arkitektavirkjum til hugskotskapping um heildarætlan fyri økið við Stórutjørn. Síðani vóru fýra toymi undangóðkend at luttaka, og toymini lótu teirra uppskot inn 17. apríl.
Alt bendir á, at Stóratjørn verður tann næsti býarparturin í Tórshavnar kommunu, ið farið verður undir at skipa, sigur kommunan. Økið er tilsamans 800.000 m2 til støddar og liggur millum Klingruna fyri sunnan, vinnuøkið á Hjalla fyri norðan, býlingin Inni á Gøtu fyri eystan og haga fyri vestan.
Heildarætlanin, sum nú verður avdúkað, snýr seg um, hvar bústaðarbyggingin verður, hvar vinnustykkini verða, hvar ítrótturin verður skipaður, og hvussu vegir og gøtur verða skipaðar.
Tey, sum hava vunnið 1. virðislønina í samlaðu dømingini, verða knýtt at verkætlanini at leggja Stórutjørn til rættis sum ráðgevi. Avdúkingin verður í morgin klokkan 16.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald