2020-11-23 12:39

Í Hoyvík, Hvítanesi og inni á Hjalla verða fólk og virkir biðin um at spara uppá vatnið.
Vatnverkið fekk alarm á vatnveitingina um kl. eitt í nátt, tí ein stórur vatnleki var komin á høvuðsvatnleiðingina á Vegnum Langa. Vatnlekin er steðgaður, og vatnveitingin er umløgd.
Brekið kemur tó at ávirka vatnveitingina í stórum parti av Hoyvíkini, til umvælingin er liðug seinni í dag, 23. november, skrivar Tórshavnar kommuna.
Tí verða fólk biðin um at spara mest møguligt uppá vatnið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald