Innanlands

Tórshavnar kommuna: Í ár verður skoytað í Vágsbotni

Skoytibreytin verður opin frá 9. november til 15. januar

Mynd: ZETA Arkitektar

Mynd: ZETA Arkitektar

2020-06-22 15:06 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í november verður aftur gjørligt at skoyta í høvuðsstaðnum.

Hesuferð verður skoytibreytin tó í Vágsbotni, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Tónleikur verður at hoyra, og kaffi og kakao verður til keyps í sølubúðum nærindis.

Skoytibreytin letur upp 9. november 2020 og letur aftur 15. januar 2021.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder