Eftir at hava verið í Føroyum síðani 1931, hevur katólska kirkjan gjørt av at steinga kleystrið hjá fransiskanarasystrunum, sum nú fara úr Føroyum. Umboð fyri katólsku kirkjuna hava boðið kommununi at yvirtaka bygningarnar hjá meinigheitini fyri eitt mett virði. Talan er um dagstovnin, sum verður rikin sum sjálvsognarstovnur, umframt kleystrið.
Dagstovnurin í Varðagøtu 12 stendur á eini ogn, ið er 1.375 m². Bygningurin er bygdur í 1965 og er umleið 812 m² innan. Bygningurin er væl hildin og væl bygdur, og ábøtur eru gjørdar javnan, síðani bygningurin varð bygdur. Tak og vindeygu eru skift í 2018.
Dagstovnurin hevur vælvirkandi virksemi í dag, og hetta kann halda fram í bygninginum.
Skt. Jósefs barnagarður er partur av kommunala ansingartilboðnum á dagstovnaøkinum, og umráðandi er at tryggja, at henda støða ikki broytist, nú katólska meinigheitin ætlar at avhenda ognirnar í Føroyum.
Samskifti hevur verið við meinigheitina seinastu tíðina, og Tórshavnar kommuna hevur í hesum sambandi boðið meinigheitini at keypa Skt. Jósefs barnagarð fyri eina upphædd uppá 8 milliónir. Meinigheitin hevur tikið av hesum tilboði.
Ætlanin er, at stovnurin so verður vanligur, kommunalur dagstovnur, eins og aðrir kommunalir dagstovnar, og at kommunan bjóðar starvsfólkunum starv í yvirtikna kommunala dagstovninum.
Raksturin verður framhaldandi fíggjaður yvir fíggjarætlanina hjá Tórshavnar kommunu eins og aðrir dagstovnar. Hinvegin dettur leigugjaldið burtur, sum kommunan hevur rindað árliga.
Tilmælið í kvøld var, at Tórshavnar kommuna keypir matr. nr. 779g, Tórshavn, fyri kr. 8.000.000,00 og játtar kr. 8.000.000 til keypið sum eykajáttan og síðani yvirtekur Skt. Jósefs barnagarð, ið eftir hetta verður kommunalur dagstovnur. Fíggjarnevndin hevði frammanundan samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið til tvær viðgerðir.
Málið skal hava tvær viðgerðir í býráðnum og varð einmælt samtykt á býráðsfundi í dag.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald