2023-09-11 10:19
Bakteriur eru framvegis í drekkivatninum í Nólsoy, Velbastað og Kaldbak, og tí stendur kókitilmælið fyri hesar bygdir við, skrivar Tórshavnar kommuna í morgun.
Tað var mikudagin í farnu viku, at boðað var frá umfatandi drekkivatnsdálking í Tórshavnar kommunu, og varð heitt á borgarar í Havn, á Argjum, Nólsoy, á Velbastað og í Kaldbak um at kóka vatnið. Tveir dagar seinni varð tó boðað frá, at drekkivatnið í Havn og á Argjum var reint aftur.
Kommunan skrivar, at nýggjar royndir verða tiknar í dag, og úrslitini fyriliggja seinnapartin í morgin, týsdagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald