Innanlands

Tórshavnar kommuna: Krav um munnbind við Bussleiðini

Fyri at økja ferðafólkatalið upp til 25 fólk, 15 sitandi og 10 standandi, verður fyribils sett krav um, at øll skulu brúka munnbind á øllum leiðum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-24 15:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá mikudegnum 26. august verður tað eitt krav, at øll, ið brúka Bussleiðina, vaksin sum børn, skulu brúka munnbind.

Sum er, kunnu einans 10 fók ferðast í hvørjum bussi. Men fyri at økja ferðafólkatalið upp til 25 fólk, 15 sitandi og 10 standandi, verður fyribils sett krav um, at øll skulu brúka munnbind á øllum leiðum, skrivar Tórshavnar kommuna.

Kunnað verður seinni, alt eftir, hvussu smittutølini hátta sær. Bussarnir verða, sum vant, sóttreinsaðir hvønn dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder