Ein av broytingunum í tilmælunum frá landsmyndugleikunum, sum kom fram á tíðindafundinum í morgun, var, at Bygdaleiðir fara at koyra sum vanligt aftur. Tó vera framvegis avmarkingar í ferðafólkatalinum.
Les eisini: Strandferðslan: Ikki neyðugt við tilmelding
Tórshavnar kommuna hevur í dag avgjørt, at nú sleppa 15 ferðandi í býarbussarnar. Seinastu tíðina hava níggju ferðandi havt møguleika at verða við samstundis.
Í mesta lagi 22 sleppa í bussin, sum koyrir til Kollafjarðar.
Tórshavnar kommuna boðar frá, at skelti verða í løtuni sett upp í bussarnar, sum vísa hægsta tal á ferðandi og gevur boð um at halda fjarstøðu uppá ein metur, og heitir á fólk um at vísa skynsemi og at halda frástøðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald