2025-08-09 14:50

Tórshavnar kommuna ger regluligar sýnistøkur av vatninum, har fólk í kommununi svimja og dyppa, og kanningar frá hósdegnum 7. august eftir at tað hevði regnað sera illa og nógv áarføri var, vístu at ov nógvar bakteriur vóru funnar á flestu støðunum har fólk dyppa.
Kommunan vil tí heita á borgararnar um at hyggja eftir vatninum, áðrenn farið verður útí.
Heitt verður á fólk um ikki at fara útí, um:
- Vatnið er sera óklárt
- Nógv skúm er omaná vatnskorpuni
- Nógvur ælingur hevur verið seinastu 24 tímarnar
Tórshavnar kommuna ger kanningar aftur í næstu viku, og úrslitini verða løgd út á heimasíðuna hjá kommununi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald