Innanlands

Tórshavnar kommuna: Sigarettstubbar skulu ikki liggja á gøtuni

Tí ber nú til at fáa lummaøskubikur í Snarskivuni, Visit Tórshavn og í handlum, matstovum og skeinkistøðum í kommununi

Savnsmynd

Savnsmynd

2020-05-22 10:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Havnin er deilig nú kafé’ir og matstovur eru latnar upp aftur. Men sigarettstubbar innihalda plast, sum ikki verður niðurbrotið. Tí skulu stubbar ikki liggja á gøtunum og í náttúruni, vísir Tórshavnar kommuna á.

Tí ber nú til at fáa lummaøskubikur í Snarskivuni, Visit Tórshavn og í handlum, matstovum og skeinkistøðum í kommununi.

Tú sløkkir sigarettina, leggir stubban í lummaøskubikarið, letur aftur og koyrir tað í lumman. Tá øskubikarið er fult, verður tað tømt og vaskað, og kann brúkst umaftur og umaftur.

Tað eru 378 ruskspannir í Tórshavnar kommunu, sum kommunan tømir, umframt ruskspannir við handlar, matstovur og onnur støð. Hóast tað, er tað ikki altíð, at ein ruskspann er í nánd. Tá er hent at hava eitt lummaøskubikar, so at stubbin ikki endar á vegnum ella í eini rist.

Tórshavnar kommuna vísir á, at nógv orka verður brúkt uppá rudding, og ruddingarnar í Tórshavnar kommunu vísa, at rusk áhaldandi er at finna, har tað ikki skal vera. Árliga verður skipað fyri trimum ruddingum, sum eru Ruddingardagarnir, Strandaruddingin og Rudda Føroyar-tiltakið. Harumframt ruddar reinhaldið hjá kommununi hvønn dag, og nógvir íbúgvar og feløg eru eisini ófør at taka upp, sigur kommunan.

Fyri at minka um nýtsluna av óneyðugum einnýtisplasti, hevur náttúru- og umhvørvisnevndin í Tórshavnar kommunu samtykt, at reglugerð verður gjørd, sum m.a. skal eggja til, at einnýtisplast í minst møguligan mun verður nýtt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder