Innanlands

Tórshavnar kommuna: Spælitilboð í Finsen í útboði

Ætlanin er at niðara høllin í Finsen skal vera karmur um ávíst spæli- og virknistilboð til børn og barnafamiljur, tá høllin verður klár at taka í nýtslu í vár

Finsen (Savnsmynd)

Finsen (Savnsmynd)

2019-12-12 20:03 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Niðara høllin í Finsen skal vera karmur um ávíst spæli- og virknistilboð til børn og barnafamiljur. Tað er ætlanin hjá Tórshavnar kommunu.

Í hesum sambandi heitir kommunan á áhugað um at bjóða seg fram sum veitarar av tilboðnum og at taka sær av tí. Kommunan skrivar á heimasíðuni, at ynskið er at koma á tal við fyriskipara, sum kann vera við til at gera eina royndarverkætlan ávísar tíðir og dagar í vikuni.

Í mars næsta ár er høllin klár at taka í nýtslu eftir at hava verið høvuðsumvald, og ætlanin er, at tilboðið skal byrja í apríl, og at royndarverkætlanin skal vara til august.

Les meira her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder