Innanlands

Tórshavnar kommuna strikar reglu um at íbúðareigarar skulu selja

Tað var ongantíð endamálið soleiðis at forða familjum at gera skiftið frá íbúð til sethús, sigur kommunan

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

(Savnsmynd: Tórshavnar kommuna)

2025-10-27 16:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Seinast reglugerðin fyri útlútan av grundstykkjum varð endurskoðað, var ein óheppin broyting gjørd, tí ásett var nú, at fólk, sum eiga eina íbúð, skulu selja hana, áðrenn tey kunnu fáa skeytið uppá grundstykkið, tey fáa tillutað frá kommununi.

Tað merkti í roynd og veru, at fólk, sum búgva í egnari íbúð og fáa tillutað eitt grundstykki frá Tórshavnar kommunu, máttu selja sítt verandi heim og finna sær eina aðra bústaðarloysn, áðrenn tey kundu fáa skeytið frá kommununi og fara undir at byggja sítt nýggja heim.

Tað var ongantíð endamálið soleiðis at forða familjum at gera skiftið frá íbúð til sethús. Tí er hetta nú broytt, so treytin um, at eigarar skulu selja sína íbúð, áðrenn skeytið uppá grundstykki verður latið, er strikað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder