Innanlands

Tórshavnar kommuna: Tørvur á fleiri hagtølum fyri at menna grøna ferðslu

Talið á ferðandi á súkklu í kommununi er økt munandi í summar, tørvur er á meiri vitan um aðrar ferðslubólkar enn bilar, so betri grundarlag er fyri at menna eina sunnari og grønari ferðslu, sigur kommunan

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-08-07 19:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna fegnast um at talið á ferðandi á súkklu er økt munandi í summar, og at tað hevur verið sjónligt í býarmyndini.

Kommunan setti Súkkluárið 2020 á rull við ársbyrjan við átøkum, sum skulu menna umstøður fyri súkklur, umframt varpa ljós á grøna ferðslu. Málið er m.a., at ferðandi á súkklum verða sjónligur partur av ferðsluni framyvir.

Fyri at planleggja ferðsluna í kommununi, so hon umframt bilaferðsluna eisini skal raðfesta ferðandi til gongu, í koyristóli, á súkklu og í bussi, er tørvur á meiri vitan um aðrar ferðslubólkar enn bilin.

Fleiri hagtøl eru um bilar, eitt nú um sølu, ferðsluteljingar o.s.fr., sum gera tað møguligt at skilja ferðslustøðuna og –mynstrið fyri bilar. Tað eru tó sera fá hagtøl at finna um aðrar ferðslubólkar, m.a. um ferðandi á súkklu.

Spyr.fo hevur gjørt kanning fyri Tórshavnar kommunu um ferðandi á súkklum í Tórshavnar kommunu. 500 borgarar tóku lut í kanningini í vár, og úrslitini vísa m.a. at:

• 41,4 % eiga ella hava atgongd til eina súkklu. Áleið 26% av hesum bólkinum súkklar fleiri ferðir um vikuna.

• 58,6 % eiga ikki eina súkklu. 27,3 % av hesum bólkinum umhugsar tó at ogna sær eina súkklu.

• Meirilutin av teimum luttakandi í kanningini hava stuttan tein til arbeiðis, handils og frítíðarítriv; uml. 38 % hevur undir 2 km til hesi gerandismál og 42% millum 2-5 km.

Hóast stutta teinin so vísir kanningin, at heili 80 % í meðal velja bilin sum akfar.
Úrslitini geva eina greiða ábending um, at møguleiki er fyri at fáa fleiri at brúka súkkluna sum akfar, heldur enn bilin, serliga til stuttu túrarnar í gerandisdegnum. Tó mugu m.a. umstøðurnar at súkkla betrast, um hetta skal eydnast.

Hetta arbeiðir kommunan støðugt við, men vísir samstundis á, at tørvur er á meiri vitan um aðrar ferðslubólkar enn bilar, so betri grundarlag er fyri at menna eina sunnari og grønari ferðslu.

Súkkuárið 2020 hevur varpað ljós á hesa avbjóðing fyrr í vár, m.a. við støði í hagtølum um bilar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder