2020-07-10 10:22
Fyrradagin boðaði Tórshavnar kommuna frá, at E-coli bakteriur vórðu funnar í vatninum í Nólsoy, og í gjár boðaði kommunan frá, at bakteriur eisini vórðu funnar á Eystari Bryggju og Yviri við Strond í Havn.
Heitt varð í hesum sambandi á borgarar í hesum økjum um at kóka drekkivatnið, men nú er tað ikki neyðugt longur.
Vatnið er nú reint aftur allastaðni, boðar Tórshavnar kommuna frá, og tí er ikki longur neyðugt at kóka vatnið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald