
Umboð fyri Tórshavnar kommunu eru í hesum døgum í Linköping í Svøríki, har felagsskapurin Nordic City Network (NCN) hevur sína árligu ráðstevnu í døgunum 1.-3. oktober.
Á heimasíðuni sínari skrivar Tórshavnar kommuna, at tað er burðardygg býarplanlegging, sum er á breddanum. Hetta er eitt av høvuðsendamálunum hjá NCN, ið varð stovnað í 2005.
Tað eru annars um, eftir føroysku mátistokki, stórar kommunur í Skandinavia, sum luttaka í Linköping.
Á ráðstevnuni hesa ferð verður Linköping brúkt sum eitt stakdømi ella “case” innan býarskipan, millum annað í sambandi við sosiala burðardygd og ein samanhangandi bý.
- Millum spurningarnar á ráðstevnuni eru, hvussu ein býur kann skapa grøn øki, sum samantvinna ymsu býarpartarnar, hvussu býurin kann menna kollektiva ferðslu og alternativar ferðslumøguleikar, og hvussu kommunan kann gera sítt til eina javna menning av øllum býarpørtunum.
Ráðstevnan endar fríggjadagin við pallborðskjaki, har Elsa Berg, borgarstjóri, saman við umboðum úr Lillestrøm, Fredericia, Umeå og Linköping fara at umrøða “framtíðar avbjóðingar og møguleikar”.
Ætlanin er, at Tórshavn skal vera vertur fyri ráðstevnuni í 2026.
Limur síðani 2019
Tórshavnar kommuna hevur síðan 2019 verið sjálvstøðugur limur í Nordic City Network, ið er eitt netverk, sum virkar fyri vitanardeiling og samstarvi millum norðurlendsku limabýirnar.
- Talan er um eitt samstarv millum kommunalar býarplanleggjarar og arkitektar um at menna og skapa norðurlendskar býir út frá teimum felags vælferðarmodellunum, sum Norðurlond hava.
NCN-samstarvið er einamest fyri smærri býir í Norðurlondum og ikki høvuðsstaðir. Tórshavnar kommuna einasti høvuðsstaður, sum er limur í netverkinum. Annars eru býir í Svøríki, Noregi og Danmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald