Innanlands

Tórshavnar kommuna vitjan úr amerikanska statinum Georgia

Fríggjadagin var ráðhúsið í Havn karmur um serstaka vitjan, tá ið Christopher N. Smith, danskur konsul í Georgia, USA, hitti Elsu Berg, borgarstjóra

Elsa Berg, borgarstjóri, og Christopher N. Smith, Honorary Consul

Elsa Berg, borgarstjóri, og Christopher N. Smith, Honorary Consul

2025-07-27 17:58 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Christopher N. Smith hevur tikið stig til at fáa samband millum Tórshavnar kommunu og býin Thunderbolt, sum er býur í Chatham County, skamt frá høvuðsbýnum Savannah.

Hetta hevur hann gjørt við at lata býnum Thunderbolt búmerkið hjá Tórshavnar kommunu, sum nú hongur í teirra Town Hall.

Og fríggjadagin kundi Christopher N. Smith so handa borgarstjóranum innrammað búmerki hjá Thunderbolt.

Hetta er upplagt, segði hann, tí Tórshamar, sum er búmerkið hjá Tórshavnar býráð, og Thunderbolt (torusláttur) hanga so væl saman.

Thunderbolt hevur atgongd til Atlantshavið um ánna Wilmington River, og býurin er millum annað kendur fyri rækjuveiðu.

Christopher N. Smith er ein av 30 donskum konslum í USA. Hann greiddi frá møguleikum í Thunderbolt og Savannah eins og í Georgia sum stati, har Atlanta er høvuðsstaður.

Á fundinum umrøddu tey fleiri samstarvsevni, eitt nú skiftisskipanir, listaskúla, ferðavinnu, útbúgving og gransking.

Tórshavnar kommuna


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder