Seinnapartin í dag hevur Tórshavnar Sløkkilið almenna móttøku við Oyggjarvegin. Hetta er í sambandi við, at tað í ár eru 90 ár síðani, at Tórshavnar býráð gjørdi av at skipa eitt fast sløkkilið í býnum, skrivar Tórshavnar Sløkkilið.
– Tað var í 1933, at Sløkkiliðið varð stovnað. Men nógv er broytt síðani Johan Shell, Rubekk hjá Mouritsi, Bil-Óli, Zacharis Reynagarð, Anton og André Andresen og aðrir góðir havnarmenn vóru sløkkiliðsmenn í býnum og høvdu sproyturoyndir úti á Reyni.
– Tá Tórshavnar Sløkkilið í 1948 fylti 15 ár, flutti støðin í Varðagøtu, har p/f Wenzel Petersen hevði havt bil- og verkstað í nøkur ár. Verkstaðið varð innrættað til brandstøð, og vóru umstøðurnar eftir tátíðarinnar krøvum góðar. Í Varðagøtu húsaðist Sløkkiliðið tey næstu nógvu árini, til flutt var niðan á Oyggjarvegin í desember 1994.
– Brandstøðin hevur eisini eitt savn við ellisakførum, pumpum og útgerð annars. Elsta pumpan er frá 1776. Fyri nøkrum árum síðani varð nógv gjørt burturúr at seta gomlu sløkkiliðsbilarnar í so góðan stand, at teir kunnu koyra. Somuleiðis er øll tann gamla útgerðin og amboð, sum ikki verða nýtt í dag, savnað á støðini.
Móttøkan hjá Tórshavnar Sløkkiliði verður frá klokkan 15 til 18, og eru fólk vælkomin á gátt at kunna seg um ymisku uppgávurnar hjá Sløkkiliðnum, skrivar Tórshavnar Sløkkilið.
– Nógv er at síggja á støðini, og vit gleða okkum at heilsa uppá tykkum øll, ung sum gomul, bæði fyrrverandi starvsfelagar, vinir og kenningar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald