Innanlands

Tórspark var besta hugskotið

Skipan, sum við nýmótans tøkni skal gera tað lættari at finna tøk parkeringspláss í býnum besta hugskotið í "Talgilda tín bý"

2018-09-24 23:06 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Ein skipan, ið skal lætta um parkeringstrupulleikarnar í býnum, vann fyrsta plássið í hugskotsverkstovuni “Talgilda tín bý”.

Talan er um eina skipan, ið við nýmótans tøkni skal gera tað lættari at finna tøk parkeringspláss í býnum og sostatt minka um óneyðuga koyring í sambandi við at finna eitt parkeringspláss.

Annika Gregoriussen, Hans Olivur Joensen, Hilmar Simonsen og Birita Jacobsen mannaðu vinnandi bólkin, ið varð heiðraður við 50.000 kr. fyri besta hugskotið.

Á øðrum plássi komu hugskotini Traðka og Saman. “Traðka” er ein appa, ið á stuttligan hátt eggjar fólki at ganga, súkkla og taka bussin fram um bilin til og frá arbeiði, og sostatt skal minka um dálkandi útlát frá ferðsluni. Æsa Tróndardóttir, Fríða Hansen, Anna Maria Wraae og Eyður Pálsdóttir mannaðu hendan bólkin.
 
“Saman” er somuleiðis eina appa, ið skal knýta fólk við somu áhugamálum saman, soleiðis at tey í felag kunnu ganga til ítriv ella gera eitthvørt annað, ið tey hava hug til. Tey, ið mannaðu hendan bólkin, eru Andrias Gregoriussen og Inga D. Remmel.
 
Fyri næstbesta hugskotið fingu bólkarnir 5.000 kr. hvør.

9 aðrir bólkar luttóku í hugskotsverkstovuni, sum Hugskotið og KT-deildin hjá Tórshavnar kommunu skipaðu fyri saman við Fróðskaparsetur Føroya í Sjóvinnuhúsinum um vikuskiftið. Endamálið við tiltakinum var at fáa góð hugskot fram, sum kunnu vera við til at talgilda býin.
 
Undirtøkan fyri tiltakinum var góð, og 12 bólkar luttóku við hvør sínum góða hugskoti. Leiðarin á KT-deildini hjá Tórshavnar kommunu, Lars Larsen Black, er væl nøgdur við tiltakið.

- Havandi í huga, at hetta er fyrstu ferð vit royna eitt slíkt tiltak, var undirtøkan betri enn væntað, og mentorarnir, ið vegleiddu bólkunum, vóru samstundis ovfarnir av teimum góðu og kreativu hugskotunum.

- Eftir tiltakið seta vit okkum saman og gera eftirmetingar av, hvussu vit kunnu gera tað enn betri næsta ár. Tað er heilt víst, at fleiri av hugskotunum hava góðar møguleikar at gerast veruleiki, um arbeitt verður meira við teimum, heldur Lars Larsen Black, KT-leiðari, ið sostatt staðfestir, at talan er um eitt afturvendandi tiltak.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder