Innanlands

Tosið við barnið um rúsdrekka

Góð ráð frá Bláar Krossi til foreldur at tannáringum

2019-07-01 09:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kjakið um ung og rúsdrekka er kyknað uppaftur eftir fráboðanirnar um nógv ungfólk, sum sóust í høvuðsstaðnum í sambandi við stóra Voxbotn-festivalin leygarkvøldið.

Í hesum sambandi hevur avhaldafelagsskapurin sent út eina áheitan til foreldur hjá ungfólkum við vegleiðing um, hvussu tey eiga at bera seg at tá tað snýr seg um rúsdrekka.

Tað hevur stóran týdning, at foreldrini taka evnið upp og eisini, at tey fyrireika seg til samtaluna. Hendan fyrireiking inniber at seta sær sjálvum nakrar spurningar, lesa gott tilfar, um hvat er best at gera, og at spyrja seg fyri hjá eitt nú SSP, Bláa Krossi ella øðrum við vitan um evnið, ljóðar ráðini.

Víst verður til heimasíðuna LivLívið har foreldur kunnu leita sær ráð til júst hetta at tosa við teirra tannáringabørn um rúsdrekka og rúsevni.

Liv Lívið er ein verkætlan hjá Bláa Krossi Føroya, ið snýr seg um at eggja ungum til liva og njóta lívið uttan rús.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder