Mentan

Toto til Danmarkar í summar

Spæla á Aarhus Stadion 23. á jóansøku

Steve Lukather og Joseph Williams á Summarfestivalinum 2017 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Steve Lukather og Joseph Williams á Summarfestivalinum 2017 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-10-22 14:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanski rockbólkurin Toto hevur nógvar fjepparar í Føroyum, og tey, sum ikki fingu nokk, tá bólkurin vitjaði Summarfestivalin í fjør, fáa nú enn ein møgueika utan at skula ferðast alt ov langt.

Bólkurin kemur á konsertferð í Evropa í summar, og ein av konsertunum verður í Ceres Arena í Aarbus. Konsertin verður 23. juni. Hetta verður einasta konsert, sum bólkurin hevur í Danmark í 2019, skrivar tónleikatíðarritið Gaffa.

Toto hevur í ár hátíðarhildið, at 40 ár eru gingin síðan fyrsta LP-plátan frá bólkinum kom út, og tað er m.a. gjørt við eini greatest hits-fløgu ”40 Trips Around the Sun”.

Plátan fyri 40 árum síðan, sum bær sama heiti sum bólkurin, brakaði ígjøgnum við lagnum ”Hold the Line”, sum framvegis er eitt tað mest spælda lagið hjá bólkinum, sum annars hevur havt fleiri heimshitt. Toto hevur selt yvir 40 milliónir plátur og fløgur og vunnið seks Grammy-heiðurslønir.

Bólkurin hevur havt ymsar manningar gjøgnum árini, harav guittaristurin Steve Lukather og tangentleikarin David Paich eru einastu upprunalimirnir, sum framvegis spæla við. Fastir limir í bólkinum afturat teimum í dag eru Steve Porcaro á tangentum og sangarin Joseph Williams.

Í næsta mánaða kemur ein ”boks” út, ”All In” við tónleiki úr øllum útgávunum, sum eru komnar frá Toto. Atgongumerkjasølan til konsertina í Ceres Arena 23. juni byrjar hósdagin.

Toto hava verið í Føroyum tvær ferðir. Fyrru ferð í juni 1996 í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn og seinnu ferð var á summarfestivalinum í fjør, tá teir góvu eina væleydnaða konsert leygarkvøldið 12. august.

myndir frá konsertini á Vágsbøi 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder