Tað eru sera tøtt bond millum russiska og norðurkoreanska herin, sigur russiski uttanríkismálaráðharrin Sergej Lavrov, sum í dag hitti norðurkoreanska starsvbróðir sín, Choe Son Hui í Moskva.
Søgur hava verið um norðurkoreansk herfólk, sum eru send til Russlands at stríðast ímóti Ukraina, men Russland hevur hvørki váttað ella avsannað hetta.
Bæði Sergej Lavrov og Choe Son Hui siga tó, at tætt samband er millum herin og fregnartænasturnar í báðum londum, og norðurkoreanski uttanríkismálaráðharrin sigur, at Norðurkorea fer at standa saman við russum fram til sigursdagin.
Í dag er aðru ferð í seks vikur, at norðurkoreanski uttanríkismálaráðharrin vitjar í Russlandi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald