Innanlands

Toyota á ovastu rók síðsta mánað

Tað var Toyota sum var best umtókta bilmerkið í august. 24 bilar av japanska bilmerkinum vóru um diskin

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-09-03 08:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

24 bilar av japanska slagnum Toyota fóru um diskin í augustmánað, og tað var harvið mest selda bilmerki í farna mánað, vísa tølini frá Akstovuni.

Suðurkoransku merkini Hyundai og Kia liggja á einum deildum øðrum plássi við 16 bilum hvør. Amerikanska Ford, týska Volkswagen og svenska Volvo deilast um triðja plássi við 12 bilum hvør.

Samanlagt er Kia mest seldi bilur higartil í ár við 209 bilum. Toyota er næstmest seldi bilur við 193 bilum, og við 168 er Volkswagen triðmest seldi bilur.

Sølan av bilum er nakað hægri í ár enn hon var í fjør. Um hesa tíðina í fjør vóru 1910 nýggj akfør skrásett, og hetta talið er í løtun 1995. Ein øking upp á 85 akfør og í prosentum er tað 4,45.

Mest seldu bilmerki í august 2021

1. Toyota (24 akfør)
2. Hyundai (16 akfør)
3. Kia (16 akfør)
4. Ford (12 akfør)
5. Volkswagen (12 akfør)
6. Volvo (12 akfør)
7. Mercedes-Benz (9 akfør)
8. Audi (8 akfør)
9. Renault (8 akfør)
10. Variant (8 akfør)

Mest seldu bilmerki í 2021

1. Kia (209 akfør)
2. Toyota (193 akfør)
3. Volkswagen (168 akfør)
4. Ford (149 akfør)
5. Hyundai (143 akfør)
6. Volvo (140 akfør)
7. Mercedes-Benz (94 akfør)
8. Renault (93 akfør)
9. Citroen (73 akfør)
10. Suzuki (69 akfør)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder