![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Eingin nýggj smitta er staðfest innanlands í tríggjar dagar. Tað vísa nýggjastu úrslitini hjá Landslæknanum.
Úrslitið byggir á í alt 84.934 kanningar. Millum tær 529 kanningarnar, sum vórðu gjørdar á landi í gjár, varð eingin nýggjur tilburður staðfestur, skrivar Heilsumálaráðið.
Í gjár vórðu fleiri nýggir tilburðir staðfestir umborð á einum russiskum trolara, sum nú liggur við bryggju í Kollafirði. Øll manningin, sum telur 77 mans, varð kannað, og 29 tilburðir vórðu staðfestir.
Les eisini: Fleiri smittutilburðir umborð á russiskum trolara
Sostatt hava nú 410 persónar fingið staðfest smittuna í Føroum. 337 eru staðfest frísk aftur, og í løtuni eru 73 persónar smittaðir.
Fimm koronasjúklingar eru í løtuni innlagdir á Sjúkrahúsverki Føroya, og tveir teirra liggja á intensivu deild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald