
Arbeiði at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall er fyri heilt stuttum farið í gongd. Tað er greitt, at tørvurin er stórur, og í seint seinnapartin gjár var eitt óhapp í norðara tunlinum.
Tað var ein bilførari, sum koyrdi móti Árnafirði, ið metti skeivt um støðuna, og ikki fór inn at halda av. Hetta gjørdi, at hann rendi í ein mótkoyrandi bil. Bilurin, ið var aftanfyri fyrstnevnda bil, fekk ikki tikið ferðina heilt av, og rendi í reyvina á honum.
Hetta upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini í Tórshavn.
Eingin mansskaði stóðst av hendingini, men vakthavandi segði, at talan var um eitt sindur av skrokkskaða, og tann sum ikki helt víkiskyldina verður helst skuldsettur sambært ferðslulógini.
Óhappið gjørdi, at ferðsla ikki fekk farið ígjøgnum tunnilin í yvir ein tíma, og langar røðir vóru. Ein av bilinum skuldi sleipast út. Tunnilin lat upp sum vanligt klokkan 18.18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald