2023-10-06 08:04
Tíbetur var lítil og eingin persónsskaði tá tríggir bilar vóru í harmonikusamanstoyti um níggju tíðina í gjár.
Fremsti bilurin bremsaði av einari ella aðrari orsøk, og mittasti bilurin bremsar. Men aftasti bilurin kláraði ikki at bremsa og rendi í mittasta bilin, sum so stoytti í fremsta bilin.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini í morgun sigur, at orsøkin var helst niðurslitin dekk á aftasta bilinum, og bilførarin verður skuldsettur fyri tað. Eisini fær hann klipp í koyrikortið.
Bilarnir fóru illa. Tveir teirra máttu flytast av staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald