Í langa tíð hava føroysku flokkarnir, sum hava fingið yvir 1.000 atkvøður til Fólkatingsval, og søkt um tað fingið sonevndan floksstuðul úr Danmark.
Trupulleiki stóðst seg tó upp fyrr í ár, tá tað var varnast, at heimild ikki hevur verið fyri hesum: Lógin hevur ongantíð verið í gildi í Føroyum.
Flokkarnir skulu tó ikki geva nakran pening aftur. Ístaðin hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, lagt ríkislógartilmæli fyri løgtingið.
Hetta var til 2. viðgerð í dag. Við meirluta á 17-14, tveir tinglimir vóru ikki til staðar, slapp tað víðari til 3. viðgerð.
Løgmaður legði ríkislógartilmæli fram. Hansara flokkur er fyri at framhaldandi fáa flokspening í Danmark (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hetta er ikki eitt samgongumál ella andstøðumál - atkvøtt varð eisini meira eftir "ríkisrættarligum sannføringum",
Sum bæði Kringvarpið og in.fo vísa á, so vóru Fólkaflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn ímóti hesum.
Framsókn stillar ikki upp til Fólkatingsval, Tjóðveldi hevur ikki søkt um hesar pengarnar úr Danmark seinastu tíggju árini. Fólkaflokkurin er tó eisini ímóti.
Tinglimir hjá Javnaðarflokkinum, Sambandsflokkinum og Miðflokkinum atkvøddu ríkslógartilmæli ígjøgnum.
Eisini varð tann broytingin gjørd, at tað sum fyrr æt í minsta lagi 1.000 atkvøður, helst skal eita 500 atkvøður. Tað vil siga, at tað loysir seg helst fíggjarliga væl at stilla upp til Fólkatingsval, og man søkir um danskar pengar.
Málið verður harvið allarhelst atkvøtt ígjøgnum til 3. viðgerð.
Talan er um eina upphædd fyri hvørja atkvøðu. Í 2024 eitur upphæddin 35 krónur fyri hvørja atkvøðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald